Lýsing
Ert tú búskaparfrøðingur og kundi hugsað tær at arbeitt við spennandi uppgávum á Tryggingareftirlitinum?
Tryggingareftirlitið, ið er ein partur av Vinnustovninum, hevur eftirlit við tryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum eftir tryggingarlógini, umframt annað uttanhýsis eftirlitsvirksemi sambært serligari lóggávu.
Vit bjóða
Vit kunnu bjóða eitt spennandi, fjøltáttað starv við avbjóðandi uppgávum av stórum týdningi fyri vinnu og borgarar.
Tú kemur at hava eftirlit við, at tryggingarfeløgini lúka krøvini í lóggávuni um solvens, roknskap og leiðslu. Í eftirlitsarbeiðinum kemur tú at gera ávísar greiningar og hagtøl, eins og tú kemur at luttaka í støðugari menning av økinum.
Starvið er fakliga og persónliga mennandi. Vit leggja dent á at bjóða starvsfólkum okkara viðkomandi eftirútbúgving.
Tú fært møguleika fyri at ávirka tínar arbeiðsuppgávur og fært innlit í tryggingarliga partin av fíggjargeiranum.
Somuleiðis fært tú møguleika til, eftir tørvi, at loysa aðrar uppgávur á Vinnustovninum. Les alla lýsingina her: https://alfred.fo/starv/buskaparfroedingur-2