Katrina Christiansen
Útgivið
22. januar 2025
Útgongur
26. januar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum leiðara at hava dagligu ábyrgdina av sjamerandi og søguligu matstovuni, Katrinu Christiansen.
Eitt spennandi starv í eini vinnu í vøkstri, har tú fært møguleika at seta tín dám á tænastuna og upplivingina hjá gestum okkara.

Uppgávurnar sum leiðari fevna m.a. um, at:

  • Tryggja eitt høgt tænastu- og góðskustøði, sum tryggjar gestunum eina góða uppliving
  • Tryggja ein skynsaman og burðardyggan rakstur
  • Samskipa arbeiðsbýtið og gera arbeiðsætlan fyri starvsfólkini
  • Virka fyri at skapa eitt gott arbeiðsumvørvið
  • Vit vænta, at tú ert sjónlig/ur og tekur lut í dagligu gongdini og uppgávunum

Tú:
Tú ynskir ávirkan, tekur ábyrgd í tínum arbeiði, og ert til íblástur hjá tínum starvsfeløgum. Harumframt ynskja vit, at:

  • Tú hevur viðkomandi royndir innan tænastuvinnuna og at veita góða tænasta er umráðandi fyri teg
  • Tú hevur góð samskiftisevni og megnar at skapa gott samstarv millum starvsfólkini
  • Tú trívist í einum livandi umhvørvi við fjølbroyttum uppgávum

Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Umsókn
Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER
Umsóknarfreistin er 26. januar 2025. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Peter Hentze á tlf. 23 31 46 ella ph@hafnia.fo

Um Katrinu Christiansen
Katrina Christiansen er sjarmerandi og søguliga matstova okkara í hjartanum av Tórshavn. Her bjóða vit fleiri smærri tapas-rættir, við íblástri frá føroyskum matsiði og føroysku náttúruni.
Tað eru framíhjárættindi at fjálga um okkara viðskiftafólk við gamla, staðbundna andanum, ið er í húsunum. Við teimum nógvu, týdningarmiklu staklutunum er hetta líka nógv eitt savn sum ein matstova. Vit hava roynt at varðveita alt í so upprunaligum standi sum gjørligt.

Líknandi størv

Skrivstovunæmingur til Elding   Faroe Islands nýtt
7. juni 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið