Norðoya Bú- og Heimatænasta Lagt út: 21.02.25
Útgivið
21. februar 2025
Útgongur
14. marts 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Dámar tær væl at arbeiða við eldri borgarum og stuðla til ein innihaldsríkan gerandisdag, so er møguleikin her!

Vit sóknast eftir
Heilsuhjálpara á starvsbroti 0,8 at byrja 1. apríl 2025 ella eftir nærri avtalu.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.

Á Norðoya Ellis- og Vistarheimi búgva 9 fólk. Høvuðsendamálið við starvinum er at veita dygdargóða røkt út frá ynskjum og tørvum hjá einstaka búfólkinum og at stuðla undir ein tryggan gerandisdag.

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst útbúgving sum heilsuhjálpari. Útbúgving og royndir innan eldra- og demensøkið kunnu vera ein fyrimunur.

Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi. Harumframt førleika, hegni og áhuga í at veita búfólkunum stuðul og røkt við støði í ynskjum og tørvum hjá tí einstaka.

Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðari upplæring og nógvum fakligum avbjóðingum.

Sum liður í at stuðla undir heilsu og trivnað bjóða vit øllum starvsfólkum í Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, at venja ókeypis í venjingarhølunum Ven og Virka.

Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini, sum er soljóðandi:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Dianu Johannessen, deildarleiðara, á tel. 793420 ella við telduposti til dianaj@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, 700 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er 14. mars 2025.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið