Lýsing
Ert tú okkara nýggja sølufólk?
Dámar tær væl fólk, sølu og ein fjølbroyttan arbeiðsdag? So kundi tú verði okkara nýggi starvsfelagi!
Vit leita eftir einum sølufólki, sum hevur hug at gerast partur av okkara dugnaliga handilstoymi.
Arbeiðsuppgávur
Sum sølufólk hjá okkum verður eingin dagur heilt líka. Tú fert at hitta nógvar ymiskar kundar, hjálpa teimum at finna røttu loysnirnar og syrgja fyri, at tey fáa eina góða uppliving, hvørja ferð tey vitja okkum.
Tú verður partur av einum dugnaligum toymi, har vit hjálpa hvørjum øðrum, deila okkara vitan og hava tað stuttligt saman.
Hvør ert tú?
Vit ímynda okkum, at tú:
- Ert fyrikomandi og dámar væl at tosa við fólk.
- Hevur áhuga fyri sølu og góðari kundatænastu.
- Ert jalig/ur, álítandi og dugir at taka ábyrgd.
- Trívist bæði við at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.
- Hevur hug at læra nýtt og mennast.
Hevur tú royndir innan sølu, HVS ella Navision, er tað ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Tað týdningarmesta er, at tú hevur rætta hugburðin og ert forvitin at læra.
Hvat kanst tú vænta av okkum?
Vit vilja, at tað skal vera gott at fara til arbeiðis. Tí leggja vit stóran dent á trivnað, gott samstarv og eitt óformelt arbeiðsumhvørvi, har øll kunnu gera mun.
Harumframt fært tú:
- Ein spennandi og fjølbroyttan arbeiðsdag.
- Góðar og hjálpsamar starvsfelagar.
- Góða upplæring og stuðul frá royndum starvsfeløgum.
- Møguleikar fyri skeiðum og fakligari menning.
- Møguleika at taka víðari útbúgving og menna teg innan sølu, HVS og onnur viðkomandi fakøki.
- Møguleika at vaksa við uppgávunum og taka nýggjar avbjóðingar á teg.
Hjá okkum er ikki neyðugt, at tú dugir alt frá fyrsta degi. Hjá KROSSTEIN læra, mennast og lyfta vit í felag.
Skulu vit arbeiða saman?
Starvið verður sett skjótast gjørligt, og lønt verður sambært avtalu.
Umsóknarfreistin er 25. novembur 2026.
Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at ringja til Dávid á 294638.
Send okkum umsókn og viðkomandi skjøl á umsokn@krosstein.fo.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær