Vestmanna Kommuna
Útgivið
25. februar 2025
Útgongur
14. marts 2025
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Brennur tú fyri at arbeiða við børnum? Samskiftir tú á opnan og viðurkennandi hátt? Ert tú ágrýtin og torir at hava ein virknan leiklut í einum gerandisdegi fullum av rørslu, spæli og útilívi? Dugir tú væl at samstarva við onnur? So ert tú kanska okkara nýggi starvsfelagi.

Vegna gleðiligar umstøður á dagstovnaøkinum í Vestmanna, søkja vit eftir einum námsfrøðingi í farloyvisstarv fyri námsfrøðing, sum fer í barnsburðarfarloyvi.

Talan er um:

  • 20-25 tímar um vikuna til Kongskjallaran (frítíðarstova), frá ultimo mars 2025 til mars 2026,

Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk setast í farloyvisstarvið

Um okkum:
Á dagstovnaøkinum í Vestmanna arbeiða 36 eldhugaðir starvsfelagar, ið allir koma við sínum íkasti til eitt virkið og gott sálarligt arbeiðsumhvørvi.

Dagstovnaøkið húsast í trimum hølum, sum hava góðar innan- og uttandura hentleikar, eitt nú rørslurúm, atgongd til høll, svimjihøll, grøn øki og bálsmáttu – eisini eru vit nógv úti í náttúruni.

Arbeiðstíðirnar eru mánadag til fríggjadag millum kl. 11.00 og 17.00.

Tú kanst lesa meira um dagstovnaøkið her.

Vit bjóða:

  • Fyrireikingartíð
  • Ein fjølbroyttan starvsfólkahóp, bæði kvinnur og menn
  • Ein virknan gerandisdag við denti á námsfrøðiligan ítrótt
  • Skeiðvirksemi í samband við góðkenningina sum ítróttastovnur
  • Tætt samstarv millum starvsfólk og leiðslu

Førleikar:

  • Tú er virkisfús/ur og fakliga væl fyri
  • Tú brennur fyri útilívi og rørslu
  • Tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni við børn sum vaksin
  • Tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • Tú ert sjálvstøðug/ur, álítandi og hevur gott yvirlit
  • Tú sært møguleikar, hevur ein jaligan hugburð, ert opin, smílandi og fyrikomandi

Setanarviðurskifti:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

Meira fæst at vita:
Meira fæst at vita við at venda sær til Morten Hust Petersen, stovnsleiðara, á telefon 770 130 ella á teldupost morten@vestmanna.fo

Umsókn saman við lívsrensli skal sendast til starv@vestmanna.fo, viðmerk ”barnsburðarfarloyvi”

Umsóknarfreistin er 14. mars 2025.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vestmanna kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Samrøður vera leypandi:

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið