Lýsing
Við hesum verður lýst eftir leiðara til Stranda Musikkskúla, har tað í løtuni ganga áleið 40 næmingar.
Musikkskúlin hevur rímiligar karmar, og væntað verður, at nýggi leiðarin, saman við kommununi, vísir á og finnur loysnir, ið kunnu gera karmarnar uppaftur betri.
Tað er eitt greitt ynski, at Musikkskúlin frameftir miðar eftir at skipa soleiðis fyri, at samanspæl í smærri og størri bólkum, fer at mynda umhvørvið kring skúlan í alt størri mun.
Ynskiligt er at Musikkskúlin gerst meiri sjónligur og stimbrandi í staðbundna mentanarlívinum.
Væntað verður, at viðkomandi, ið fær starvið, umframt at vera dyggur umsitari, er kveikjandi, framsøkin, dugir væl at samskipa og samstarva og hevur greiðar framtakandi hugsjónir fyri Musikkskúlan. Mál skulu setast og røkkast í størstan mun.
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava musikknámsfrøðiligt prógv frá musikkkonservatorium ella aðra samsvarandi musikkútbúgving. Tónleikaútbúgvingin skal í minsta lagi vera á bachelor stigi og góðkend av landsmyndugleikanum.
Tað er ein fyrimunur at viðkomandi hevur royndir frá musikkskúlaarbeiði. Fyrisitingarligar royndir og gott skil fyri fíggjarviðurskiftum eru ein fyrimunur.
Lønar- og setanartreytir
Starvið er áramálssett ¼-tíðarstarv, og løn verður latin sambært sáttmálanum, ið er galdandi fyri limir í Føroya Musikklærarafelag. Miðja verður eftir at starvstíðin byrjar 1. august 2022.
Umsóknir
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Bárð Danielsen, trivnaðar- og skrivstovufólk í Sjóvar kommunu, á tlf. 232725
Skrivlig umsókn, saman við prógvum, lívsrensli, møguligum viðmælum og fylgiskjølum, skal stílast til Stranda Musikkskúla og sendast til sjk@sjovar.fo, ella við posti til:
Sjóvar kommunu
Skúlavegur 10
FO-490 Strendur
Umsóknir skulu vera Sjóvar kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin 8. juni 2022 kl. 12:00.