Lýsing
Vit leita eftir einum dugnaligum sølufólki til nýggja Navia handilin í Vágsbotni, einum starvsfólki, sum er ágrýti og hevur áhuga fyri sølu og viðlíkahald av handlinum.
Tínar uppgávur:
Uppgávurnar eru fyrst og fremst at selja og vegleiða innan binding, umframt vanligt handilsarbeiði so sum at fylla upp og annað fyrifallandi arbeiði í tí dagliga.
Tínir førleikar:
Navia selur bæði liðugtvøru og tógv, so tað er týdningarmikið, at tú dugur at binda og at vegleiða í binding. Tað er umráðandi, at tað fellur tær lætt at samstarva, so tit sum handilstoymið kunnu geva kundunum bestu tænastu. Vit vænta, at tú hevur ein jaligan hugburð, ert fyrikomandi, dugir at arbeiða sjálvstøðugt, tú dugir danskt/norðurlendskt og eitt vet av enskum.
Løn sambært avtalu.
Starvið sum sølufólk er full tíð og verður lønt sambart sáttmálanum hjá Samverk.
Freistin at søkja er 24 Mars.
Umsókn:
Send eina umsókn til erla@navia.fo við tínum avrikum og hjartamálum.
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Erlu á sama telduposti ella á telefon 739090.