Landsverk
Útgivið
28. februar 2025
Útgongur
16. marts 2025
Staður
Denmark
Starvsstaður

Lýsing

Vit søkja dugnaliga/n og álítandi formann/kvinnu, sum hevur hug og hegni at reka flytiføra forknúsaran hjá Landsverki.

Arbeiðsuppgávur
Sum formaður skalt tú leiða og skipa dagliga virksemið á flytføra forknúsaranum í samráð við lokala formannin. Tú skalt eisini sjálvur ganga á odda í dagliga arbeiðinum, sum fevnir um:

  • Rakstur av forknúsara og soldi
  • Tryggja støðuga framleiðslu
  • Eftirlit við maskinútbúnaði og luttaka í fyribyrgjandi viðlíkahaldi av útgerð
  • Koyra dumpara og aðrar entreprenør maskinur

Førleikakrøv
Viðkomandi handverksliga útbúgving ella royndir innan omanfyri nevndu arbeiðsuppgávur er ein fyrimunur, men eingin treyt. Harumframt er tað ein treyt at hava vanliga koyrikortið og vera førur fyri at koyra vanligar entreprenørmaskinur, eitt nú gravi- og lessimaskinur. Ein fyrimunur er, um tú hevur stóra koyrikortið.
Tað er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at arbeiðsuppgávum. Tú gert tær ómak, dugir væl at skipa arbeiðið og ert skjót/ur at finna røttu loysnina saman við avvarðandi leiðara, tá ein avgerð krevst.

Sum persónur ert tú ágrýtin, forvitin, fyrikomandi, fleksibul og til reiðar at taka ímóti nýggjum avbjóðingum, eins og at geva eina hjálpandi hond.

Setanarviðurskiftir
Talan er um eitt fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært avvarðandi sáttmála. Meginparturin av arbeiðinum er á Hústofti, men tú skal eisini vera til reiðar at fylgja forknúsarinum til Porkeris og Hundsarabotn eftir tørvi.

Viðkomandi ið verður sett/ur, skal vera til reiðar at hjálpa til aðrastaðni á framleiðsluni og í virkisdeildini sum heild, tá ið á stendur – Talan kann t.d. vera um arbeiði á asfaltverkinum ella í kavaruddingini.

Roknast kann við nakað av úrtíðararbeiði.

Umsóknir
Prógv og lívsrensl (cv) skulu saman við umsókn sendast umvegis heimasíðu okkara og vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 16. mars 2025.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Jack Johansen, rakstrarleiðara á tlf. 290721 ella jajo@lv.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið