62N
Útgivið
4. marts 2025
Útgongur
15. marts 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

62°N er ein av fremstu fyritøkunum innan ferðavinnu í Føroyum. Vit veita heildarloysnir innan ferðing bæði út í heim og í Føroyum, samskipa tiltøk & ráðstevnur, hotell, vinnuferðir, starvsfólkaferðir o.a. Vit hava meira enn 60 ára royndir og leggja stóran dent á dygdargóða tænastu á øllum okkara økjum.

Ert tú okkara nýggi 62°N Hotel leiðari?
Vit leita eftir einum ágrýtnum leiðara til 62°N Hotel, ið sær møguleikar og hevur hug at menna og leiða 62°N Hotel, ið liggur mitt í hjartanum í Havnini. Hetta er eitt spennandi starv fyri teg, sum hevur drívmegi, strategiska fatan og evni at skapa framúr góðar upplivingar til okkara gestir.

Uppgávurnar fevna m.a. um

  • Tryggja framhaldandi vøkstur og menning av hotellinum
  • Leggja til rættis marknaðarføringarátøk og søluherferðir
  • Samstarva og samskifta við undirveitarar og samstarvspartnarar
  • Tryggja eitt gott og hugkveikjandi arbeiðsumhvørvi fyri starvsfólkatoymið
  • Seta arbeiðsgongdir í skipan, optimera og effektivisera
  • Tryggja at gestinar fáa eina hágóðsku tænastu
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur

Hvør ert tú?

Vit leita eftir tær, sum hevur:

  • Drívmegi og brennur fyri sølu og kundatænastu
  • Góð/ur til at samskifta á ymiskum málum
  • Evni at arbeiða skipað og sjálvstøðugt
  • Dugir at hava nógvar bóltar í luftini og arbeiða undir trýsti
  • Kunnleika til føroyska og norðurlendska marknaðin
  • Dugir og hevur góða fatan av marknaðaføring
  • Góðan teldukunnleika
  • Royndir innan sølu, marknaðarføring og/ella leiðslu – hetta er ein fyrimunur
  • Hevur kunnleika til og er áhugað/ur í Føroyum sum ferðafólkalandi

Vit bjóða tær:

  • Eitt avbjóðandi og spennandi fulltíðarstarv
  • Møguleika at seta tín dám á hotellið og menning
  • Starvsetan frá 1. apríl 2025 ella eftir nærri avtalu
  • Løn eftir avtalu umframt eftirlønarskipan

Umsókn og meira kunning
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Leivur Samuelsen, stjóra, á tlf. 73 35 05 ella við telduposti á leivur@62n.fo.

Umsóknir skulu sendast til starv@62n.fo í seinasta lagi hósdagin 15. mars 2025. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Les meira um okkum á www.62n.fo.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

Líknandi størv

Gongsfólk til Hvíldarheimið Naina   Faroe Islands nýtt
12. november 2025
12. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið