Lýsing
Um starvið
Talan er um barsilsfarloyvisstarv 32 tímar um vikuna at seta frá 01.05.2025, ella eftir avtalu, og eitt ár fram. Arbeitt verður gerandisdagar í dagtímunum, og starvsstaðurin er í Saltangará.
Arbeiðsuppgávur
Verkhúsið Stíggjur er eitt arbeiðspláss fyri fólk við menningartarni, sum ikki kunnu røkja arbeiði á arbeiðsmarknaðinum undir vanligum treytum. Verkhúsið heldur til á trimum støðum í Saltangará. Á leið 30 borgarar koma dagliga í Stíggjan, og har starvast 13 fólk við ymiskari bakgrund, flestu av teimum námsfrøðingar. Flestu starvsfólk eru til skiftis í øllum trimum støðunum.
Vit hava ymisk verkstøð, so sum ítrivsverkstað, máliverkstað og træverkstað. Teir borgarar, sum ikki kunnu vera við í framleiðsluni, fáa positivar og sansastimbrandi upplivingar, kropsligar venjingar, ADL-venjingar umframt umsorgan og tryggleika. Eisini hava vit eina krambúð, sum umframt at vera eitt lítið verkstað, selur vørurnar, sum vit framleiða.
Arbeiðsuppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar og snúgva seg í høvuðsheitum um at stuðla og stimbra borgaran í at fáa ein mennandi og virknan gerandisdag.
Millum annað er uppgávan at gera virkisætlan, skjalfesta eygleiðingar og eftirmeta hesar í tøttum samstarvi við starvsfelagar. Vit arbeiða við støði í KRAP, sum er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har vit tilvitað arbeiða viðurkennandi út frá sterku síðunum hjá borgarunum.
Vit leggja eisini stóran dent á sosiala partin. Vit skipa fyri dagstúrum, bowla, sparka fótbólt, ganga túrar, spæla ymisk spøl, gera fimleik, hava samling og syngja saman. Vit gera alt fyri, at Stíggjur skal vera eitt gott arbeiðspláss, har bæði starvsfók og borgarar trívast.