Lýsing
Kundi tú hugsað tær eitt spennandi og fjølbroytt starv í matstovu okkara Paz, og hevur tú hegni at veita gestum okkara fyrstafloks tænastu, so er tað tær, vit leita eftir til okkara toymi.
Paz er ein nýggj matstova í hjartanum í Havn, har góðska og føroyskar rávørur eru í hásæti.
Starvið
Arbeitt verður í vaktum - mest um kvøldið millum klokkan 17:00 og 00:00 miku- til leygardagar. Kann vera neyðugt við úrtíðararbeiði.
Tín uppgáva verður millum annað at veita tænastu til gestir okkara og ymiskar fyrifallandi uppgávur.
Um teg
Vit leita eftir tær, sum hevur nærlagni og arbeiðssemi sum eyðkenni, umframt:
- Hevur áhuga í kundatænastu
- Ert fyrikomandi, smílandi og hevur lætt við at samskifta
- Hevur góðar samskiftisførleikar á enskum. Onnur mál er ein fyrimunur.
- Dugir at arbeiða í toymi
- Dugir at síggja loysnir í avjóðingum
- Trívist í umhvørvi, har broytingar kunnu koma fyri
- Tekur ábyrgd og sjálvstøðugar avgerðir,
- Tú ert fylt/-ur 18 ár
Arbeiðstíð
Talan er um tímalønt parttíðarstarv í skiftandi vaktum í tíðarskeiðnum 1. apríl til 1 november 2025.
Løn sambært avtalu
Umsókn
Umsókn saman við viðkomandi skjølum skulu sendast til career@pazrestaurant.fo.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsóknarfreistin er mánadagin 24. mars. Starvið verður sett 1. apríl.
Vilt tú vita meira?
Send ein teldupost til career@pazrestaurant.fo, ella set teg í samband við Poul Andrias Ziska, tel. 531508.