Sunda Kommuna
Útgivið
10. marts 2025
Útgongur
24. marts 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Í Hósvík Dagstovnurin við Stórheygg.

Nú eri eg skjótt 3 og eitt hálvt ár og skal byrja í barnagarði. Mær dámar ordiliga væl í vøggustovuni har eg eri tríggjar dagar um vikuna.

Eg havi tørv á, at eitt starvsfólk er saman við mær og kann geva sær ta tíð tað tekur hjá mær, at gera ymiskt. T.d. at samskifta við symbolum, at vera saman við javngomlum børnum, hóast eg ikki megni alt sjálvur. At vera úti og súkkla og ganga við mínum walkara o.m.a. Eisini havi eg brúk fyri hvíluløtum gjøgnum dagin.

Møguleiki er fyri góðari upplæring og vegleiðing frá m.a. foreldrunum, starvsfólkunum í vøggustovuni og Sernám.

Førleikar/væntanir
Søkt verður eftir fólki við námsfrøðiligari útbúgving. Hevur tú líknandi starvsroyndir, kann tað vera ein fyrimunur. Um eingin við viðkomandi útbúgving søkir starvið, kann hjálparfólk setast í staðin. Fólk við aðrari viðkomandi útbúgving og lesandi, ið verða liðug við námsfrøðiligan lesnað skjótt, eru eisini vælkomin at søkja starvi.
Vit vænta, at tú hevur góð samstarvsevni, ert fyrikomandi, og virðir og evnar at skapa góða relatión til barni. Uppgávurnar eru fjølbroyttar og verður dagliga virksemið skipa alt eftir virkseminum á stovuni.

Arbeiðstíð:
32 til 35 tíma viku, við tíð til fyrireiking. Møguleiki er eisini fyri 40 tíma viku, um ynski er um tað. Starvsbyrjan er 1. mai ella eftir nærri avtalu.

Umsóknarfreistin er 24. mars

Setanarviðurskifti:
Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Sambært §2 í Barnaváttanarlógini hava vit sum stovnur skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn vit kunnu seta fólk í starv.

Meir fast at vita um starvi við at venda sær til Jónu Guttesen leiðara telefon 297255 ella Bjørg Lútzen námsfrøðing telefon 297252.

Heimasíða okkara er: storheygg.fo

Umsókn skal sendast til storheygg@sunda.fo

Dagstovnurin við Stórheygg
Áarvegur 3
420 Hósvík

Líknandi størv

Gongsfólk til Hvíldarheimið Naina   Faroe Islands nýtt
12. november 2025
12. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið