Lýsing
Kom og starvast saman við okkum í hugnaligu kafeini í SMS.
Vit leita beint nú eftir einum starvsfelaga, ið, saman við okkum, skal taka ímóti bíleggingum og gera lekkru kaffi- og tedrykkirnir.
Tú skal, saman við toyminum annars, gera títt fyri, at kafein altíð er innbjóðandi, og at gestir okkara altíð fáa eina góða uppliving tá teir koma framvið til ein kopp av kaffi ella eitthvørt annað.
Tað er umráðandi, at tú er fyrikomandi og tænastusinnað/ur, og at tú hevur lætt við at samskifta bæði við gestir og starvsfelagir.
Arbeiðstíðin um vikuna er um 35 tímar.
Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.
Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Katrin Káradóttir á telefon 233425.
Ert tú áhugað/ur í starvinum, kanst tú senda okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna her: https://sms.totalview.cloud/recruitment/Application/Index/2339.