SEV
Útgivið
11. marts 2025
Útgongur
25. marts 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Trívist tú við fjølbroyttum arbeiðsdøgum og spennandi uppgávum, og vilt tú vera virkin partur av grønu kósini?

Vit sóknast eftir handverkara til viðlíkahald innan varandi orku.

Starvið
Deildin “Grønu orkuverkini”, fevnir um umsiting og rakstur av øllum elverkunum innan varandi orku í meginøkinum, og starvið snýr seg í høvuðsheitum um viðlíkahald av útbúnaði á økinum innan varandi orku. Í toyminum eru 8 starvsfólk.

Meginøkið fevnir um Vágar, Streymoy, Eysturoy, Norðoyggjar, Sandoy, Nólsoy og Hest, og elverkini talan er um, eru Eiðisverkið, Fossáverkið, Mýruverkið, Heygaverkið, Elverkið á Strond, vindmyllulundirnar í ávikavist Húshaga og Neshaga, umframt nýggj vind- og vatnorkuverk. Deildin varðar eisini av elverkunum á útoyggj.

Málið við starvinum er styrkja um arbeiðið at gera elframleiðsluna so burðardygga sum til ber, og dentur skal leggjast á, at framleiðslueindinar altíð eru væl røktar og rigga væl.

Arbeiðið fevnir um viðlíkahaldsarbeiði, har størsti parturin av arbeiðnum er at halda framleiðslueindir í góðum standi.

Sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið