Tórshavnar kommuna
Lýsing
Tórshavnar kommuna sóknast vegna Dagstovnin í Hoyvík eftir námsfrøðingi.
Vilt tú verða partur av einum fakligum og støðugum starvsfólkahópi, sum er væl samansettur av námsfrøðingum, sálarfrøðingi og hjálparfólkum?
Í Dagstovninum í Hoyvík arbeiða 24 starvsfólk, harav helvtin hevur arbeitt átta til 25 ár á stovninum.
Vit sóknast eftir námsfrøðingi at arbeiða 30-40 tímar um vikuna saman við einum námsfrøðingi og tveimum hjálparfólkum, sum hava arbeitt á stovuni millum níggju og 18 ár. Á barnagarðsstovuni eru 15 børn.