Lýsing
Kundi tú hugsað tær at verið við til at framleitt mentan til tey túsundtals vitjandi árliga, sum koma í Norðurlandahúsið í Føroyum? At arbeitt í einum umhvørvi, har list í breiðastu merking hevur rúmsáttar karmar, og har Norðurlond eru í miðdeplinum?
Kundi tú hugsað tær at framleitt mentan í einum mentanarhúsi og at lagt til rættis bæði stór og smá tiltøk í samstarvi við onnur, og tiltøk, sum bert tú tekur stig til? Dámar tær eisini at menna nýggj hugskot og at menna nýggj samstørv?
So er hetta títt dreymastarv!
Hevur tú harafturat:
- 3 ára universitets- ella háskúlaútbúgving innan mentan ella annað viðkomandi øki
- Gott innlit í og góð sambond í mentanarlívinum í Norðurlondum
- Royndir við og áhuga fyri at miðla mentan og list, serliga fyri børnum og ungum
- Førleikar við at menna og seta í verk tiltøk til børn og ung
- Royndir og førleikar við at leggja til rættis, seta í verk og eftirmeta mentanartiltøk
- Royndir og førleikar við verkætlanararbeiði, fyrisiting og skipan
- Gott innlit í almenna fyrisiting og royndir við at arbeiða í einari politiskari skipan er ein fyrimunur
- Góðar málsligar førleikar á einum skandinaviskum máli
So er tað tær, vit leita eftir til at:
- Geva títt íkast til at menna eitt fjøltáttað mentanartilboð við høgari góðsku
- Framleiða og seta í verk tiltøk í húsinum við denti á børn og ung
- Vera verkætlanarleiðari, frá hugskoti til at gera fíggjarætlan, samskipa og fremja verkætlanina
- Umboða húsið í ymiskum mentanarligum samstørvum
- Luttaka í viðkomandi norðurlendskum sambondum og ráðstevnum
- Samstarva við mentanaraktørar og -pallar
Persónligir eginleikar
Góð evni at samskifta. Tú dugir at miðla og vísa á tiltøk, bæði tá tekstur skal skrivast til heimasíðu ella tá t.d. útvarp vil hava samrøðu.
Dugir væl at eggja fólki til, ert savnandi av náttúru, dugir at fáa onnur at fara til verka av fullum huga og at geva teimum íblástur.
Góð evni at samstarva.
Virkisfús/-ur, lagalig/-ur og evni at finna loysnir.
Dugir at samantvinna tað skapandi og tað skipaða í ein arbeiðsdag, har nógv er at gera.
Vit sóknast eftir tær, sum hevur megnað at samskipa størri verkætlanir við nógvum og ymiskum aktørum. Verkætlanararbeiði og fremjing kann fara fram bæði um kvøldarnar og í vikuskiftum, tí er neyðugt, at tú ert sinnað/-ur at arbeiða skiftandi arbeiðstíðir. Starvsstaðið er Norðurlandahúsið í Føroyum.
Okkum tørvar ein starvsfelaga, sum er opin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hava eitt gott samskifti við starvsfelagar í Norðurlandahúsinum, verkætlanarstarvsfelagar og leiðslu.
Vit vænta av tær, at tú hevur innlit í nýtslu av Office-pakkanum og vóna, at tú dugir at arbeiða við heimasíðum. Norðurlandahúsið nýtir Yesplan til ráðlegging í gerandisdegnum.
Vit bjóða eitt starv í einum skapandi umhvørvi, har allir dagar eru ymiskir. Vit stremba eftir at vera ein stovnur í varandi menning, við teirri sannkenning, at við góðum toymisanda og felagsskapi kunnu vit røkka málinum.
Treytir
Løn sambært avtalu við Fíggjarmálaráðið, avvarðandi yrkisfelag umframt ásetingar fyri stovnar undir Norðurlendska Ráðharraráðnum. Setanin er tíðaravmarkað til vanliga 4 ár við møguleika fyri leingjan í upp til 4 ár. Serlig avtala um flytikostnað og uttanlandsískoyti er til umsøkjarar úr øðrum londum.
Grundgivin umsókn saman við lívsrensli skal skrivast á annaðhvørt føroyskum ella skandinaviskum.
Umsóknarfreistin er 13. apríl 2025 kl. 23.00 føroyska tíð. Umsóknin skal sendast talgilt til www.norden.org
Byrjanardagur: 1. septembur 2025.
Fleiri upplýsingar til starvið fáast við at venda sær til stjóran í Norðurlandahúsinum, Gunn Hernes, á gunn@nlh.fo ella 351 351.
Um Norðurlandahúsið
Norðurlandahúsið er eitt norðurlendskt lista- og mentanarhús við einari sera fjøltáttaðari skrá. Gjøgnum okkara arbeiði eru vit ein av týdningarmestu amboðunum hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum í politisku raðfestingini av norðurlendska mentanarsamstarvinum. Í Norðurlandahúsinum starvast 16 fólk. www.nlh.fo
Norðurlandahúsið er góðkendur Green Key stovnur og hevur somuleiðis fingið 5 stjørnur frá Horesta fyri ráðstevnu- og fundarumstøðurnar.