Lýsing
Uppgávurnar fevna millum annað um at lasta og lossa viðføri, farm og vistveitingar og syrgja fyri, at alt hetta kemur trygt og óskalað í og úr flogførunum. Afturat hesum eru eisini aðrar fyrifallandi uppgávur so sum at viðlíkahalda amboð o.a. Syrgt verður fyri neyðugari frálæru.
Um teg
Vit leita eftir starvsfólkum, sum:
- Eru 18 ár ella eldri
- Hava telduførleika á brúkarastigi
- Eru álítandi og taka ábyrgd
- Eru fyrikomandi og dáma væl at hava nógv at gera
Afturat hesum er tað eitt krav at hava reina revsiváttan og standa vanligu trygdarskeiðini fyri flogvallir, herundir fimm ára bakgrundskanningina av lívsrensli (cv).
Arbeiðsstaður og -tíð
Starvsstaðurin er á flogvøllinum. Talan er fulltíðarstørv í skiftandi vaktum, har arbeitt verður eftir eini vaktarskipan, ið eisini fevnir um vikuskiftir og heiligdagar. Størvini eru tíðaravmarkað til 31. august 2025. Løn og setanartreytir verða ásett eftir nærri avtalu. Tá talan er um frítíðaravloysarar, ber ikki til at fáa feriu í avloysaratíðarskeiðnum.
Umsókn
Hevur tú hug at søkja, trýstir tú á “Søk starvið”. Umsóknarfreistin er sunnudagin 20. apríl 2025. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Vilt tú vita meira?
Vinaliga set teg í samband við Rasmus Niclasen, Ground Operations Manager, tel. 213 721, t-postur rasmus@atlantic.fo ella við Heidi Gullaksen, HR leiðara, tel. 213 702, t-postur heidig@atlantic.fo.