Gjaldstovan
Útgivið
9. april 2025
Útgongur
23. april 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Gjaldstovan leitar eftir einum dugnaligum rakstrarleiðara, ið kann tryggja, at KT-skipanirnar hjá landsins stovnum og skúlum virka trygt og væl. Meira enn 13.000 fólk brúka skipanirnar hvønn dag, so tú verður ein tann týdningarmesti KT-rakstrarleiðarin í Føroyum.

Høvuðsuppgávur

Fremsti lutur tín verður at ansa eftir, at KT-skipanir okkara koyra støðugt hvønn dag, og at tær verða hildnar og dagførdar í samsvari við galdandi trygdarpolitikkir og dátuverndarkrøv. Hetta fevnir um bæði reglur og mannagongdir og veruligu trygdina í sjálvum skipanunum og netinum. Landsnet er partur av kritiska undirstøðukervinum hjá landinum, og vit leggja stóran dent á at lúka høg krøv og leiðandi standardar.

Sum partur av arbeiðinum fært tú fakligu rakstrarábyrgdina av virkseminum - tó uttan beinleiðis starvsfólkaábyrgd. Tú fert at standa fyri dagliga samskiftinum við føroyskar og útlendskar veitarar. Saman við dugnaligum starvsfeløgum verður tú eisini við til at menna langtíðarætlanir fyri KT-kervið hjá landinum.

Undirskipaðar uppgávur:

  •         Skjalfesta og dagføra vegleiðingar og mannagongdir
  •         Røkja og menna kundatænastuna
  •         Røkja rakstrar- og tænastuavtalur í samstarvi við veitarar
  •         Tryggja rakstur av neti, teldum, skjalhaldi, Microsoft 365 og support.

Um teg

Tú kanst títt KT-kramm og tímir tínar kundar. Hóast tú veitst nógv, so ivast tú ikki í at spyrja um tað, tú ikki veitst.

Vit vænta eisini, at tú:

  •         dugir væl føroyskt og enskt
  •         ert fyrikomandi og virðismetir tíni starvsfólk
  •         megnar at skapa yvirlit og at seta teg inn í nýggjar skipanir
  •         hevur viðkomandi KT-útbúgving og gjarna eisini leiðsluroyndir innan KT.

Um okkum

KT Landsins er partur av Gjaldstovuni og húsast í Albert Hall á Argjum. Vit eru 13 fólk, sum dagliga arbeiða við at veita teimum almennu Føroyum góðar KT-tænastur. Hetta gera vit gjøgnum Skúlanet, Landsnet og Skjalhald.

  •         Skúlanet er til fólkaskúlar og hægri lærustovnar
  •         Landsnet er til aðalráð, stovnar og eldrasamstørv
  •         Skjalhald er til allar stovnar, sum KT Landsins umsitur.

Vit menna støðugt okkara tænastur. Málið er at veita ein so bíligan, góðan og tryggan KT-rakstur, sum gjørligt.

Setanarviðurskifti

Starvið er fulltíðarstarv og verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag, t.e. AKF, BLF ella Starvsfelagið. Tú verður rakstrarleiðari og vísir til deildarstjóran hjá KT Landsins. Tú skalt verða til reiðar at arbeiða við øðrum uppgávum hjá KT Landsins eisini.

Vit bjóða góðar møguleikar fyri førleikamenning.

Umsóknarfreistin er 23. apríl í 2025

Send okkum umsókn tína við prógvum og møguligum viðmælum til starv@gjaldstovan.fo og viðmerk “Rakstrarleiðari til KT Landsins”.

Hevur tú spurningar um starvið, set teg í samband við Birgir av Steinum, deildarstjóra, birgir@gjaldstovan.fo, tel. 79 24 99.

Gjaldstovan er eitt gott arbeiðspláss. Vit – tað eru vit, stívliga sjeyti starvsfólk, sum hvønn dag skapa Gjaldstovuna – eru skipað í sjey høvuðsøki: KT Landsins, Løn & Bókhald Landsins, Búskaparskipan Landsins, Roknskapur Landsins, Keyp Landsins og Talgildu Føroyar. Øll stremba vit eftir at ganga á odda í faki okkara, so at tey, sum fáa tænastur frá okkum, kunnu gera arbeiði sítt til lítar. Vit vilja, at starvsfólk skulu trívast og mennast. Vit skipa tí javnan fyri fakligum og sosialum tiltøkum, og í kantinuni stendur døgurði á borðinum hvønn dag.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið