Lýsing
Søkt verður eftir einum dugnaligum og ágrýtnum deildarleiðara til Stjórnarskrivstovuna hjá Tórshavnar kommunu. Talan er um starv við tilvísing til kommunustjóran.
Deildin heldur til á Ráðhúsinum, og starvsfólkini á Stjórnarskrivstovuni ráðgeva borgarstjóra, stjórn, býráðsnevndum og øðrum deildum í fyrisitingini í kommunalum spurningum. Deildin umsitur keyp og sølu av føstum ognum, samráðist og ger leigusáttmálar og skeyti vegna Tórshavnar kommunu og vegleiðir í sambandi við kærumál og rættarmál.
Deildin virkar sum móttøka hjá borgarstjóra og stjórn og hevur umboðan og samskiftisuppgávur hjá kommununi um hendi. Á deildini eru tilsamans 11 fólk, ið hava útbúgving innan skrivstovu, løgfrøði, samskifti og søgufrøði.