Lýsing
Hotel Hafnia sóknast eftir einum ágrytnum og fyrikomandi persóni at arbeiða 20 tímar um vikuna sum bókhaldari.
Um starvið
Bókhaldið á Hotel Hafnia umsitur bókhaldinum fyri: Hotel Hafnia, Katrinu Christiansen og Hotel Brandan. Arbeiðsstaðurin er á høvuðsskrivstovuni hjá Smyril Line, sum liggur Yviri við Strond 1 í Tórshavn. Tú verður partur av einum dugnaligum toymi við royndum og fittum starvsfeløgum, sum syrgja fyri, at tú fært eina góða upplæring. Harumframt bjóða vit tær ein fjølbroyttan og fleksiblan arbeiðsdag, sum tú hevur møguleika at tilrættisleggja sjálv/ur.
Vit leita eftir tær sum
- Hevur útbúgving innan roknskaparøkið t.d. skrivstovulæru
- Hevur viðkomandi arbeiðsroyndir innan bókhald
- Ert góð/ur til at tryggja góðsku í øllum uppgávum
- Fyrimunur er um tú hevur kunnleika til Navision
Tínar uppgávur
- Dagligt bókhald
- Skuldarrøkt
- Bankaavstemming
- At fyrireika og gjalda rokningar
- Annað fyrifallandi arbeiði, so sum at svara telefon o.a.
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Freist at søkja
Freistin at søkja starvið er 18. mai 2025. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.
Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðast á heimasíðuni her
Meira fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við Teresu Joensen, á telduposti tj@hafnia.fo ella á telefon +298 503208.