Lýsing
Sjóvinnustýrið søkir eftir fulltrúa at byrja skjótast til ber.
Um starvið:
Sum fulltrúi fært tú møguleika at arbeiða í einum fjølbroyttum starvi hjá føroyska sjóvinnumyndugleikanum. Høvuðsuppgávurnar eru:
- At málsviðgera umsóknir um sjóvinnubrøv, loðsprógv, loðsfrítøku og at fyrireika mál til støðutakan
- At gera og dagføra innanhýsis mannagongdir og vegleiðingar
- At svara fyrispurningum umvegis telefon og teldupost
- At luttaka í fyrireikingararbeiði til lógarsmíð og fylgja við í viðurskiftum, sum eru og verða staðfest í STCW konventiónini
- At viðgera kærur
- At samstarva við vinnuna og aðrar myndugleikar
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar, og tí er neyðugt, at tú ert til reiðar at traðka til, um tørvur er á tí á øðrum arbeiðsøkjum á stovninum.
Um teg
Vit vænta, at tú hevur eina viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni, og at tú:
- ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
- hevur áhuga og áræði at arbeiða innan fyrisiting
- ert væl skipað/ur og hevur evni at halda fleiri bóltum í luftini í senn
- hevur góðar málsligar førleikar í skrift og talu, bæði í føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
- hevur góð samstarvsevni, men dugir samstundis væl at arbeiða sjálvstøðugt
- hevur góðan telduførleika og gott hegni at seta teg inn í nýggjar telduskipanir.
Arbeiðsroyndir sum góðskumennari er ein fyrimunur.
Umsókn, freist og samband: Starvið verður sett skjótast til ber. Løn er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 27. mai kl. 12.00.
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Gunnvá S. á Lofti, deildarleiðara, á tlf. 355600.