Lýsing
Kundi tú hugsað tær eitt starv, har tú ert aktiv/ur, ert nógv úti í frískari luft í øllum veðri og hevur góðar starvsfelagar? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir.
Eitt fulltíðarstarv sum parkeringsansari í Tórshavnar Kommunu er leyst at søkja.
Arbeitt verður yrkadagar frá kl. 9 til kl. 17. Tú kanst tó vænta, at tú kemur at arbeiða eftir kl. 17 onkrar yrkadagar.
Tú kemur eisini at arbeiða í minsta lagi ein leygardag um mánaðin. Yvirtíð verður latin fyri arbeiði eftir kl. 17 og um vikuskiftið.
Tú verður lærd/ur upp av hinum parkeringsvørðunum og av politinum. Harumframt fært tú eisini undirvísing í parkeringsreglum og ferðslulógini.
Lønar- og setanartreytir verða ásett eftir galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Setanin er treytað av, at tú kanst trygdargóðkennast, og starvið verður sett, tá trygdargóðkenningin er klár.
Tað er eisini ein treyt, at tú hevur koyrikort til persónbil.
Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at ringja til Onnu Petersen á tlf. 792087 yrkadagar millum kl. 9 og kl. 17.
Umsóknarfreistin er mánadagin 2. juni 2025.Tú skal senda umsókn, lívrensl og onnur viðkomandi skjøl til FO-personalekontor@politi.dk.
Vit leggja dent á fjølbroytni og mæla øllum skikkaðum umsøkjarum uttan mun til kyn, aldur, ættarslag, átrúnaðarliga áskoðan ella etniskan uppruna til at søkja starvið.