Tórshavnar kommuna
Lýsing
Søkt verður eftir kvinnu at arbeiða sum lívbjargari í Svimjihøllini í Gundadali at byrja 30. juni 2025, ella eftir nærri avtalu. Talan um farloyvisstarv, sum er fram til endan av apríl 2026.
Umframt at starvast sum lívbjargari fevnir starvið um reingerð, m.a. í skiftingarrúminum hjá kvinnum, og at hjálpa til við ymiskum í tí dagliga.
Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu
Leinkja til umsóknarskema