Skopunar Kommuna
Útgivið
28. september 2025
Útgongur
10. oktober 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Skopunar kommuna sóknast vegna Barnagarðin í Gerðinum eftir starvsfólki tilfrítíðarskúlan. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv á 20 tímar at byrja 20 okt. 2025til 19 juni 2026.

LÝSING AV STOVNINUM:
Frítíðarskúlin heldur til í skúlanum á Herðuni í Skopun og er fyri børn, sum ganga í1. – 3. flokki. Harafturat hava vit tvær barnagarðsstovur og eina vøggustovu ástovninum. Frítíðarskúlin hevur opið millum kl 11 og 16.30 mánadag – hósdag og11 og 16 fríggjadagar.

Stovnurin er væl normeraður, og tíð er sett av til fyrireiking/eftirmeting.

Frítíðarskúlin liggur mitt í bygdini, og hevur stórt uttanumøki við nýggjumspæliplássi, og stutt er til náttúruna, sum vit brúka nógv. Haga, áir, vøtn, djóralív o.a.Í frítíðarskúlanum hava vit eisini atgongd til handverk og list stovu, har børninisaman við vaksnum kunnu menna sínar kreativu førleikar. Gott pláss er eisiniinnandura til har børn kunnu spæla ymisk spøl og røra seg.

So hevur tú hug at bjóða frítíðarskúlabørnum eitt trygt, mennandi og læruríktumhvørvi, so er bara at søkja.

Í ARBEIÐI OKKARA VERÐUR DENTUR LAGDUR Á:

VIT VÆNTA AV TÆR:

  • At tú ert fyrikomandi og samstarvssinnaður
  • At tú kanst virka í tráð við námsætlan stovnsins
  • At tú sært møguleikar fram um forðingar
  • At tær dámar at vera úti í náttúruni.

VIT KUNNU BJÓÐA TÆR:

  • Eitt starv har kroppur, rørsla, fría spælið eru ein stórur partur avgerandisdegnum.
  • Eitt starv, har náttúra og mentan eru ein stórur partur av gerandisdegnum.
  • Eitt starv har áhugin hjá einstaka barninum er í hásæti.
  • Ein starvsfólahóp sum er samansettur av dugnaligum, glaðum starvsfólkum,sum eru við til at skapa ein góðan gerandisdag fyri starvsfólk og børn.

Ynskir tú at vita meira um ‘ starvið, er tú vælkomin at ringja til leiðar ‘an, Conny S.Petersen á tel. 216202.

SETANARVIÐURSKIFTI:
Løn sambært sáttmála millu‘m Føroya Pedagogfelag og  KommunalaArbeiðsgevarafelag Føroya.

Fyri at verða settur í starv skal umsøkjari hava reina barnaváttan sambartLøgtingslóg um barna-váttanir (Barnaváttanarlógin)

Er hetta er nakað fyri teg, so send eina umsókn til: gerdinum@skopun.fo í seinastalagi fríggjadagin 10 okt. 2025 kl 12

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið