Lýsing
Barnaverndarstova Føroya søkir eftir einum starvsfólki, sum í høvuðsheitum fer atarbeiða við fosturforeldrum. Uppgávurnar hjá fosturforeldraskipanini eru millumannað at góðkenna og hava eftirlitsvitjanir hjá fosturfamiljum kring alt landiðumframt at ráðgeva, vegleiða og undirvísa fosturforeldrum í leiklutinum sumfosturforeldur.
Arbeiðstíðin er fyri tað mesta í vanligari arbeiðstíð, men í sambandi við skeið ogtiltøk fyri fosturforeldur koma skeivar arbeiðstíðir fyri. Vit vænta tí, at tú ert fleksibulhesum viðvíkjandi. Talan er um ein lítlan stovn, og tí er umráðandi, at tú tolir, atbroytingar verða í arbeiðsuppgávunum.
Sum starvsfólk á Barnaverndarstovu Føroya verður tú partur av einum toymi viðsosialráðgeva, sálarfrøðingi og løgfrøðingi, sum hava sum høvuðsuppgávu atráðgeva barnaverndartænastunum í Føroyum umframt at umsita Barnahúsið ogFosturforeldraskipanina.
Førleikakrøv
Tú hevur miðallanga útbúgving so sum sosialráðgevi, námsfrøðingur ella hevuraðra viðkomandi útbúgving fyri starvið. Talan er um eitt krevjandi sjálvstøðugtstarv, har tú hevur góðar relatiónsførleikar og dugir væl við fólki. Ein fyrimunur er, attú hevur royndir innan fyrisiting, serliga barnavernd.
Vit bjóða tær eitt fjølbroytt, spennandi og fakliga avbjóðandi starv, har møguleikareru fyri fakligari og persónligari menning, og har uppgávurnar eru nógvar ogymiskar. Neyðugt er at hava bil og koyrikort til persónbil.
Setanarviðurskifti
Starvið er fulla tíð og verður sett eftir sáttmála millum KommunalaArbeiðsgevarafelagið og avvarandi fakfelag.
Upplýsingar
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú ringja til Oddbjørg Balle, leiðara íBarnaverndarstovuni, á tlf. 225696.
Umsókn
Tú søkir við at senda umsókn til Oddbjørg Balle, leiðara, á ob@bvs.fo Umsókn ogviðkomandi skjøl skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 18. oktober 2025klokkan 12.00.
-------------------------------------------------------------------------------------------------
Barnaverndarstova Føroya er felagskommunalur stovnur stovnsettur við heimild íbarnaverndarlógini. Aðaluppgávurnar hjá Barnaverndarstovuni eru at styrkja ogsamskipa barnaverndarøkið í landinum og at umsita Barnahúsið ogFosturforeldraskipanina. Barnaverndarstovan fær til vega hagtøl og skipar fyrimenning og gransking á barnaverndarøkinum.
Barnaverndarstovan er partur av Kommunuhúsinum í R.C. Effersøesgøtu 26, 100Tórshavn www.bvs.fo