Lýsing
Brennur tú fyri at byggja sambond, selja dygdarvøru og skapa úrslit? Droymir tú um at arbeiða í eini altjóða fyritøku, sum selur heimsins besta laks? So er hetta starvið til tín!
Starvið
Sum sølufólk hjá Bakkafrost verður tú partur av einum dynamiskum og altjóða umhvørvi, har eingin dagur er eins. Tú fært ein lyklaleiklut í at selja heimsins besta laks og kemur arbeiða saman við dugnaligum starvsfeløgum í Føroyum, Skotland, USA og Frakland.
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar. Tú kemur bæði at fáast við sølu til verandi kundar umframt at arbeiða við at menna nýggjar marknaðir. Vøruúrvalið er bæði frystur og feskur laksur og fevnir um alt frá lidnum portiónum, heilum laksi til hjávørur so sum høvd og ryggir. Tað er týdningarmikið, at tú ert motiverað/ur at arbeiða við øllum uppgávum í einari sølutilgongd.
Starvsstaður er á Glyvrum. Ávís ferðing kann væntast. Tú kemur at vísa til sølustjóran.
Søludeildin stendur fyri allari sølu í samtakinum, og uppgávurnar fevna breitt. Vit eru errin av okkara vøru, sum fevnir um frystan, feskan, royktan laks og hjávøru. Á deildini eru uppgávur í samband við logistikk, sølu, fakturering, ordrastýring og mangt annað. Á Søludeildini starvast fólk við staðseting í Føroyum, Skotlandi, USA og Fraklandi.
Vangamynd
Vit leita eftir tær, sum:
- hevur viðkomandi fakliga bakgrund ella royndir innan sølu og marknaðarføring
- dugir væl at samskifta á føroyskum, skandinaviskum og enskum (annar málførleiki kann verða ein fyrimunur)
- hevur natúrlig evni at skapa og røkja álitisfull kundasambond
- trívist við einum gerandisdegi, har ferðin er høg, og har tíðin stundum er knøpp
Tað týdningarmesta er tó, at tú brennur fyri sølu og hevur áræði, ídni og viljan at skapa úrslit.
Vit bjóða tær
- Møguleikan at arbeiða í einari spennandi altjóða fyritøku við sterkum virðum og málum um burðardyggan vøkstur
- Ein arbeiðsdag, har títt avrik ger mun
- Dugnaligar og góðar starvsfelagar, sum samstarva tvørtur um lond og deildir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Símun P. Jacobsen, sølustjóra, á tel 23 50 04, ella við t-brævi til sipj@bakkafrost.com.
Umsókn
Søk starvið her. Umsóknarfreistin er 12. oktober 2025. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Harumframt hevur Bakkafrost virksemi í Skotlandi, USA, Danmark og Fraklandi.