P/F Poul Hansen
Útgivið
2. oktober 2025
Útgongur
12. oktober 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Ársins Virki leitar eftir tilboðssamskipara til handilsketurnar Á og Samkeyp.

Poul Hansen, sum umsitur tilboðini hjá handilsketunum Á og Samkeyp, leitar eftir starvsfólki at samskipa vikuligu tilboðini hjá teimum 30 handlunum, sum eru limir í ketunum.

Tínar uppgávur:
Arbeiðið inniber eitt nú at samskipa og umsita tilboðini, sum keturnar veita kundum hvørja viku. Tilboðini skulu fylgja Marknaðarføringslógini og verða marknaðarførd umvegis talgild bløð og aðrar talgildar miðlar í samstarvi við Marknaðardeildina hjá Poul Hansen. Uppgávan er eisini at hava fingurin á pulsinum og fylgja væl við matvørumarknaðinum. Tilboðssamskiparin verður soleiðis eitt bindilið millum Poul Hansen og nevndirnar hjá handilsketunum.

Viðkomandi verður partur av sølu- og innkeypstoyminum hjá fyritøkuni, og verður við hesum toyminum eisini við til árligar og leypandi samráðingar við útlendskar og føroyskar veitarar, sum skulu tryggja ein so góðan matvøruprís sum gjørligt fyri føroyska brúkaran.

Vit vænta, at tú:

  • tekur ábyrgd
  • hevur góð samskipanarevni
  • hevur góð samráðingarevni
  • hevur góð samstarvsevni
  • klárar at hava fleiri bóltar í luftini í senn
  • megnar at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • brennir fyri at veita góða tænastu
  • ert vinarlig/-ur, fyrikomandi og ágrýtin

Tað kann vera ein fyrimunur, um tú longu hevur royndir innan handils- og matvøruvinnuna, men tað er ikki ein treyt.

Vit bjóða tær:

  • Eitt áhugavert starv við einum spennandi og avbjóðandi arbeiðsdegi
  • Ein gott starvstað við góðum starvsfeløgum, har trivnaður og samstarv hava stóran týdning

Løn og arbeiðstíðir avtala vit í felag.

Umsókn
Um tú hevur spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til Vanju Engskær, leiðara á sølu- og innkeypsdeildini, á tel. 23 53 31 ella skriva til vanja@ph.fo.

Umsókn, lívsrensl og møgulig viðkomandi prógv skulu sendast til hr@ph.fo í seinasta lagi sunnudagin 12. oktober 2025.

Um Poul Hansen samtakið
Poul Hansen er Føroya størsta heilsøla við umleið 90 starvsfólkum og næstan 100 ára drúgvum royndum. Samtakið fevnir eitt nú um Poul Hansen heilsølu, Gastro, Krás, Staðrøkt og Bryggjubakka. Poul Hansen varð kosið Ársins Virki 2025 av Vinnuhúsinum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið