Kringvarp Føroya
Útgivið
13. oktober 2025
Útgongur
23. oktober 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit sóknast eftir einum ídnum og dugnaligum fólki at arbeiða við ljóðframleiðslu í Kringvarpi Føroya. Talan er um tíðaravmarkað starv í eitt ár.

STARVIÐ
Títt fokusøki verður í høvuðsheitum ljóðarbeiði. Uppgávurnar fevna eitt nú um:

  • Sendivaktir
  • Framleiðsluvaktir
  • Ljóðeftirviðgerð
  • Fjarsamskifti
  • Framleiðslur uttan fyri húsið

TÍNIR FØRLEIKAR

  • Tú hevur viðkomandi útbúgving og/ella drúgvar royndir við ljóðarbeiði
  • Tú kennir til talgilda framleiðslu
  • Tú hevur vitan um útvarps- og sjónvarpsframleiðslu
  • Tú kanst arbeiða í skiftandi vaktum

TÍNIR EGINLEIKAR

  • Fyrst og fremst ert tú eldhugað/-ur í yrkinum
  • Tú hevur áræði at seta teg inn í nýggja tøkni
  • Tú ert røkin, fryntlig/-ur og hevur góð samstarvsevni
  • Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, men eisini í toymi

VIT BJÓÐA

  • Eitt spennandi starv við skiftandi uppgávum
  • Eitt starv við møguleikum at menna seg innan miðlatøkni

SETANARTREYTIR
Starvið verður sett 1. november 2025 ella eftir nærri avtalu, og gongur út 31. oktober 2026. Lønin er sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið. Umsóknarfreistin er 23. oktober kl. 12, og umsóknir skulu sendast til umsokn@kvf.fo

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Dánjal Tavsen, leiðara á Tøkni, á telefon 296675, ella á danjalt@kvf.fo

Kringvarp Føroya er sjálvstøðugur almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini. Kringvarpsstjórin stjórnar stovninum við tilvísing til stýrið, ið telur sjey limir. Virksemið verður fíggjað við kringvarpsgjaldi og inntøkum frá kunngerðum, ískoytisveitingum og eydnuspølum. Kringvarp Føroya hevur fimm deildir: Aktuelt, Mentan, Tøkni, KT og Fyrisiting. Umleið 80 fólk eru í føstum starvi á stovninum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið