Lýsing
Dámar tær væl fríska luft og ert tú kropsliga væl fyri?
So hava vit rætta starvið til tín í okkara toymi á bingjuterminalinum.
Viðkomandi, sum fær starvið, verður við til at viðlíkahalda góðskustøði á okkara bingjum og soleiðis eisini á okkara veitingum.
Tú verður í okkara toymi við krana- og stakkaraførarum, og fert vanliga at arbeiða frá 8 - 16 gerandisdagar.
Søk starvið við at ringja til forfólkið á terminalinum á telefon 549039.
Starvið verður sett, so skjótt rætta fólkið er funnið.
Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
At klárgera og reingera bingjur.
Krøv til útbúgving og førleikar
Trukkloyvi er ein fyrimunur.
Tú skalt vera kropsliga væl fyri og hugagóð/ur.