Smyril Line
Útgivið
12. januar 2026
Útgongur
15. februar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Kom umborð á Norrönu og blív partur av einum toymi, har trivnaður og gott samanhald er í hásæti. Her arbeiða vit saman, hjálpast at og hava tað stuttligt, meðan vit skapa góðar upplivingar fyri okkara gestir.

Um starvið
Sum tænari og barrtænari hjá okkum, er góður møguleiki fyri at læra og mennast. Starvið fevnir um at tæna og ráðgeva gestunum í úrvalinum innan matstovu- og barrøkið við einum smíli. Eisini áliggur tænarum og barrtænarum at halda hesi øki rein og ruddilig. Tú verður partur av einum dugnaligum toymi, sum tekur væl ímóti tær.

Tín vangamynd

  • Tú hevur lætt við at práta við fólk og møtir gestunum við einum smíli
  • Tú heldur, eins og vit, at góð tænasta ger allan munin
  • Tú ert 18 ár ella eldri, av tí at tú kemur at skeinkja
  • Dugur at samskifta á enskum

Starvsroyndir sum tænari ella barrtænari er ein fyrimunur, tó ikki ein treyt.

Starvssetan- og treytir
Størvini eru fyribils tíðaravmarkað frá marts 2026 til november 2026, men við møguleika fyri at leingja setanina.
Tú siglir 1:1, sum merkir, at hevur tú verið 4 vikur umborð, so fært tú eisini løn tær 4 komandi vikurnar heima.
Setanin er sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Handilsskip.
Trygdin er grundarsteinurin í øllum, sum vit gera, og tí bjóða vit eisini trygdarskeið umborð.

Umsóknarfreist
Freistin at søkja er 15. februar 2026. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.
Tú søkir starvið umvegis frymilin á heimasíðuni HER.

Vilt tú vita meiri um starvið?
Dugnaligu Sølu- og tænastuleiðararnar, Vincent Jensen og Lasse K.B. Nielsen vita meira um starvið. Tú er vælkomin senda teimum ein fyrispurning umvegis ssm@norrona.fo.

Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines og Glyvursnes og rekur farmaskipið Lista. Smyril Line byggir samstundis nýtt høvuðssæti á Molanum í Havn, umframt tvey nýggj farmaskip. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið