Tórshavnar kommuna
Lýsing
Ert tú okkara nýggi RAKSTRARLEIÐARI?
Dámar tær væl at arbeiða við tekniskum skipanum, og kundi tú hugsa tær at skipa dagliga raksturin á Kommunalu Brennistøðini? So er tað kanska tær vit leita eftir.
Rakstrarleiðarin, ið hevur tilvísing til stovnsleiðaran, stendur fyri rakstrinum á Brennistøðini, Endurnýtsluni, Jarnplássinum og Reinsitoyminum, og er somuleiðis tekniski »problemknúsarin« á Kommunalu Brennistøðini.