Norðoya Bú- og Heimatænasta
Útgivið
16. januar 2026
Útgongur
5. februar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Vit sóknast eftir
Reingerðarfólki á setanarbroti 0,75 at byrja skjótast gjørligt. Arbeitt verður yrkadagar frá kl. 08:00 til 14:00.

Á Uppistovu búgva 14 búfólk.

Førleikakrøv og karmar

Vit vænta:

  • At tú ert røkin og kennir týdningin av góðum reinføri í mun til trivnaðin og heilsuna hjá búfólkunum.
  • At tú hevur góð evni at samskifta og samstarva við bú- og starvsfólk, eins og avvarðandi.
  • At tú ert fleksibul í mun til at loysa arbeiðsuppgávurnar og til framhaldandi at menna eina dygdargóða tænastu.

Vit kunnu bjóða tær eitt arbeiðspláss við góðum kørmum og góðari innleiðslu.

Sum liður í at stuðla undir heilsu og trivnað bjóðar Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, øllum starvsfólkum at venja ókeypis í venjingarhølunum Ven og Virka.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnu- og Arbeiðsmannafelag.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Alisu Joensen, deildarleiðara, á tlf. 793430 ella við telduposti til alisaj@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 05. februar 2026.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið