Lýsing
Kom umborð á Norrönu og blív partur av einum toymi, har trivnaður og gott samanhald er í hásæti. Her arbeiða vit saman, hjálpast at og hava tað stuttligt, meðan vit skapa góðar upplivingar fyri okkara gestir.
Um starvið
Sum móttøkufólk er tín fremsta uppgáva at tryggja eina góða tænastu til okkara ferðafólk. Starvið sum móttøkufólk fevnir um at bjóða vælkomin, kunna, vegleiða og veita eina framúr tænastu við m.a. at hugsa loysnir í ymiskum støðum. Móttøkan samskiftir við allar deildir umborð, ið tryggjar gestunum eina góða uppliving. Tú verður partur av einum dugnaligum toymi, sum setur gestin í miðdepilin í øllum, sum vit gera.
Tín vangamynd
- Tú ert smílandi og fyrikomandi.
- Tú dugir vanligt teldubrúk og vanlig telduforrit.
- Tú ert stinn/ur í enskum og norðurlendskum mál og tað er ein fyrimunur, um tu eisini dugir týskt.
- Tú arbeiðir sjálvstøðugt og tekur ábyrgd.
- Starvsroyndir í móttøku er ein fyrimunur, tó ikki ein treyt
Starvssetan- og treytir
Starvið er tíðaravmarkað frá marts 2026 til oktobur 2026, við møguleika fyri at leingja setanina.
Tú siglir 1:1, sum merkir, at hevur tú verið 4 vikur umborð, so fært tú eisini løn tær 4 komandi vikurnar heima.
Setanin er sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Handilsskip.
Trygdin er grundarsteinurin í øllum, sum vit gera, og tí bjóða vit eisini trygdarskeið umborð.
Umsóknarfreist
Freistin at søkja er 22. februar 2026. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.
Tú søkir starvið umvegis frymilin á heimasíðuni HER.
Vilt tú vita meiri um starvið?
Dugnaligu leiðararnir í móttøkuni, Diljá Jónsdóttir og Maud Sigurðsdóttir Simonsen, vita meira um starvið. Tú er vælkomin at ringja til teirra á tel. 344845 ella senda teimum ein fyrispurning umvegis receptionmanager@norrona.fo.
Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines og Glyvursnes og rekur farmaskipið Lista. Smyril Line byggir samstundis nýtt høvuðssæti á Molanum í Havn, umframt tvey nýggj farmaskip. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.