Almannaverkið
Lýsing
Um størvini
Tvey tíðaravmarkað størv 25 tímar um vikuna:
- Eitt farloyvisstarv 25 tímar um vikuna at seta frá 01.03.2026 til 01.08.2026. Arbeiðið inniber dag- og kvøldvaktir kl. 08.00-19.00, og arbeitt verður 3. hvørt vikuskifti.
- Eitt tíðaravmarkað starv 25 tímar um vikuna at seta frá 01.03.2026 til 01.03.2027. Arbeiðið inniber dag- og kvøldvaktir kl. 08.00-19.00, og arbeitt verður døgnvakt 3. hvørt vikuskifti.
Møguleiki er fyri at fáa fleiri vaktir.
Trý vikuskiftisstørv og avloysarastarv:
- Trý størv til dagtímar kl. 08.00-19.00 3. hvørt vikuskifti at byrja eftir avtalu. Hetta hóskar væl til lesandi.
- Eisini verður søkt eftir fólki, sum kunnu avloysa í sambandi við fráveru orsakað av sjúku, feriu o.ø.