Sunda Kommuna
Útgivið
20. januar 2026
Útgongur
4. februar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Ynskir tú at arbeiða við barnagarðsbørnum, so er tað er kanska tær vit hava brúk fyri.

Vit søkja eftir einum barsilsavloysara at byrja í mars ella skjótast hareftir, at arbeiða 20 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er vanliga ímillum kl 07 – 17.

Á dagstovninum á Flatinum arbeiða vit útfrá okkara námsætlan, og viðurkennandi námsfrøði. Vit leggja dent á góðar relatiónir, har vit skapa ein tryggan og fjølbroyttan gerandisdag, har barnið heldur tað verða stuttligt, avbjóðandi og hugnaligt at ganga í barnagarð. Felagsskapur, vinalag, trivnaður, spæl og ymisk ítriv hevur ein stóran leiklut og børnini eru sjálvi í stóran mun við til at mynda gerandisdagin.

Vit bjóða:
Eitt barsilsfarloyvisstarv á 20 tímum, frá 1. mars 2026 til 28. februar 2027

Er hetta nakað fyri teg, hevði tað glett okkum at frætt frá tær.
Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett fyribils.
Setanarviðurskifti og løn eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært barnaváttanarlógini §4, skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.

Meira fæst at vita um størvini og stovnin við at tosa við Jógvan Philbrow leiðara á tlf. 297247 ella Sunnrid Eyðunsdóttir varaleiðara á tlf. 288405 ella vitja okkum á https://flatinum.fo/

Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 4. februar á middegi og sendast til jogvanp@sunda.fo

Dagstovnurin á Flatinum
Skúlavegur 9
400 Oyrarbakka

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið