BBR Service
Útgivið
20. januar 2026
Útgongur
3. februar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

BBR Service leitar eftir einum dugnaligum bilmekanikara at styrkja okkara toymi. Vit hava nógv at gera og ynskja okkum ein starvsfelaga, sum trívist í einum arbeiðsplássi, har góðska, áliti og gott samstarv eru í hásæti.

Sum bilmekanikari hjá okkum fert tú at:

  • Gera góðkend service‑eftirlit á øllum bilamerkjum
  • Arbeiða við nýggjastu tøkni og útgerð
  • Greina og umvæla øll sløg av bilum
  • Tryggja, at kundarnir fáa eina trygga og góða tænastu
  • Arbeiða sjálvstøðugt og í toymi

Vit vænta av tær

  • Útbúgving sum bilmekanikari
  • Royndir eru ein fyrimunur, men ikki krav
  • Áhuga fyri tøkni og góðum handverki
  • Álit, ábyrgd og góðan arbeiðshátt
  • Evni at samskifta væl við kundar og starvsfelagar

Vit bjóða

  • Arbeiðspláss við góðum umstøðum
  • Nýggjastu amboð og útgerð
  • Góðir skipaðar karmar
  • Møguleika at menna teg fakliga
  • Lønt sambært avtalu

Setanardagur
Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.

Um okkum
BBR Service hevur í meira enn 30 ár tikið sær av at veita tænastu til bilar kring alt landið, og vit hava bygt okkum eitt gott orð á dygd, áliti og góðari tænastu. Vit hava ein góðan starvsfólkatrivna, tí vit vita, at nøgd starvsfólk skapa bestu úrslitini. Við nýggjastu tøkni og einum sterkum toymi tryggja vit góða tænastu á øllum bilamerkjum og sum kundarnir kunnu líta á.

Hevur tú hug at gerast partur av okkara toymi?
Send umsókn og CV til bbr@bbr.fo ella ring á 449111 og hoyr nærri. Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið