Nánd-Heimatænastan
Útgivið
23. januar 2026
Útgongur
7. februar 2026
Staður
Cuba
Starvsstaður
Slag
Faklært, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Vilt tú gera mun í gerandisdegnum hjá eldri fólki og fáa mennandi arbeiðsroyndir, so hevur tú møguleika at søkja avloysarastarv í Nánd. Talan er um tímalønt arbeiði gerandisdagar og/ella vikuskiftir í dagvakt, kvøldvakt, náttarvakt.

Nánd er Heimatænastan fyri borgarar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu. Nánd fatar um heimatænastuna, staðsett í Leirvík, sambýlir í ávikavist Norðragøtu, Leirvík og Fuglafirði og dagtilhald í Doktarahúsinum í Fuglafirði.
Felags køkurin er á sambýlinum Vesturstovu í Fuglafirði.

Í Nánd starvast sjúkrarøktarfrøðingar, ergo- og fysioterapeutar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk, køksstarvsfólk, bussførarar og reingerðarfólk.

Í løtuni tørvar okkum avloysarar til:

  • Røkt á Giljagarði og Gøtubrá – skiftandi vaktir allar dagar í viku
  • Reingerð á Giljagarði, Gøtubrá og Vesturstovu - gerandisdagar
  • Køkin á Vesturstovu – dagvaktir allar dagar í viku
  • Útkoyring av døgurða – allar dagar í viku

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi og jaligt arbeiðsumhvørvi
  • Góða innleiðslu
  • Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Gott samstarv við aðrar fakbólkar
  • Møguleikar fyri førleikamenning
  • At venja ókeypis á Miðstøðini í Leirvík

Vit bjóða góða upplæring og arbeiðsuppgávurnar verða tillagaðar eftir útbúgving og førleikum.

Setan og løn
Størvini eru tímalønt við sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknir
Umsókn við prógvi og CV skal sendast við telduposti til: nand@eystur.fo ella í brævi til Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta.

Tú kanst eisini søkja talgilt á okkara heimasíðu: søk starv

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið