Lýsing
Dámar tær at arbeiða við ferðing, kundatænastu og sølu, og ynskir tú eitt spennandi lærupláss í einari vinnu, har nógv ferð er á?
So er tað kanska júst tær, vit leita eftir.
Sum lærlingur hjá 62°N, fært tú møguleikar at læra um ferðavinnuna og sølu og verða ein partur av einum sera sterkum toymi.
62°N er ein av fremstu ferðavinnu aktørunum í Føroyum, og hevur eitt fjøltáttað virksemi: ferðing út í heim, ferðing til og í Føroyum, samskipan av ráðstevnum, søla og ráðgeving av vinnuferðum, starvsfólkaútferðir o.m.a.
Um læruplássið
Sum lærlingur verður tú ein partur av søludeildini, har tú, saman við royndum starvsfeløgum, fær innlit í arbeiðið sum sølu- og ferðaráðgevi.
Uppgávurnar fevna m.a. um:
- Ráðgeving og vegleiðing um ymisk ferðamál
- Søluarbeiði og kundasamskifti
- Hotell- og bilaleigu bíleggingar
- Charter bíleggingar
- Avgreiðslu av pakka- og bólkaferðum
- Kundatænastu - bæði á telefon, telduposti og persónliga
- Samanseta og menna nýggjar ferðir/tilboð
- Fyrifallandi uppgávur í avgreiðsluni
Vit vænta at tú:
- Hevur lokið FHS, HH ella líknandi miðnámsútbúgving
- Hevur áhuga fyri ferðing, sølu og kundatænastu
- Er tænastusinnað/ur og fyrikomandi
- Dugir væl at samskifta og arbeiða saman við øðrum
- Er skipað/ur og hevur gott yvirlit
- Megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn
- Góðan málkunnleika til føroyskt, norðurlendskt og enskt
- Hevur teldukunnleika á brúkarastøði
Vit bjóða
Tú verður ein partur av einum sterkum toymi, har dugnligir starvsfelagir læra teg upp innan økið.
Tú kemur at arbeiða í einari spennandi vinnu, har nógv ferð er á og uppgávurnar fjølbroyttar.
Vit bjóða eitt sera gott lærupláss, har tú verður partur av einum sterkum felagsskapi, har trivnaðurin altíð er í hásæti.
Lærutíðin er
2 ár við miðnámsútbúgving við búskaparbreyt.
3 ár við FHS.
Løn og læruviðurskifti sambart galdandi sáttmála og viðurskifti, verða ásett eftir nærri
avtalu.
Umsókn og freist
Talan er um eitt lærupláss, við starvsetan skjótast gjørligt.
Send okkum tína umsókn, prógv og lívrensl (CV) í seinasta lagið er 6. februar 2026 á teldupost starv@62n.fo
Samband
Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Leivur Samuelsen, stjóra Tlf. 733 505 ella send ein teldupost til leivur@62n.fo