Lýsing
Kundi tú hugsað tær at arbeitt í flogvinnuni og verið við til at stýrt dagligu flogferðsluni? Operations-deildin (OPS) hjá Atlantic Airways leitar eftir dugnaligum og eldhugaðum Flight Operation Assistant (FOA) til at samskipa og leggja til rættis flogferðslu og arbeiðstíð hjá okkara flogfólkum.
Hvør eru vit
Okkara Flight Operation er mannað av einum dynamiskum toymi, sum í gerandisdegnum hevur ein miðsavnandi leiklut í rakstrinum hjá fyritøkuni. Deildin umsitur eina røð av praktiskum og umsitingarligum uppgávum. Vit hava samband við kundar, samstarvspartar og starvsfelagar, so vit kunnu tryggja flogferðirnar eru til tíðina og góða tænastu til okkara kundar.