Stórhøllin við Tjarnir
Útgivið
30. januar 2026
Útgongur
16. februar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Lærupláss, Faklært, Fulltíðarstarv
Navn
-
Tlf. nr.
-
Teldupostur
-

Lýsing

Kundi tú hugsað tær eina skrivstovuútbúgving, hevur tú sans fyri kundatænastu, og heldur at fyrisiting, fólk og tiltøk eru spennandi? So ert tú kanska tann rætti at søkja hetta starvið. Við Tjarnir hevur eitt spennandi og avbjóðandi lærupláss innan fyrisiting leyst at søkja.

Um starvið
Starvið er fjølbroytt, spennandi og til tíðir krevjandi.

Hjá okkum eru góðir møguleikar at læra og mennast í einum lívligum umhvørvi, har fáir dagar eru eins. Arbeiðsdagurin verður merktur av einari breidd av ymiskum uppgávum, har góð kundatænasta og greitt samskifti altíð er í hásæti.

Í lærutíðini skiftir tú millum at arbeiða hjá okkum og skúlagongd á Glasir. Tú fært fryntligar og dugnaligar starvsfelagar, sum fara at læra teg upp innan okkara tænastur og skipanir, og tú fært holla upplæring í at svara fyrispurningum, umframt aðrar viðkomandi uppgávur.

Vit vænta at tú

  • ert tænastusinnað/ur
  • dugir væl at samskifta við viðskiftafólk og starvsfelagar
  • hevur góðan hug at læra og ert ágrýtin
  • dugir at skriva og orða teg á føroyskum, enskum og norðurlendskum
  • hevur lokið miðnámsútbúgving, ella hevur aðrar viðkomandi royndir

Vit bjóða
Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv í einum royndum toymi við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum, har tú fært góðar umstøður fyri fakligari og persónligari menning. Tú fært eina skipaða lærutíð, og uppgávur og ábyrgd í samsvari við tínar vaksandi førleikar og áhugamál.

Starvs- og lønarviðurskifti
Starvsstaður er Við Tjarnir, Hoyvík.

Lærutíðin er 2 ella 3 ár, alt eftir útbúgving, og tú fært lærlingaløn í lærutíðini sambært galdandi sáttmála.

Umsókn og freist
Umsókn, við lívsrensli og viðkomandi skjølum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. februar 2026. Umsóknin skal sendast til arb@tjarnir.fo.

Starvsbyrjan er í mars 2026, ella eftir nærri avtalu.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Regin W. Dalsgaard, stjóra, á rwd@tjarnir.fo ella tlf. 59 60 61.

Líknandi størv

30. januar 2026
30. januar 2026
30. januar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið