Lýsing
Barnaverndartænastan við Skálafjørðin søkir eftir einum sosialráðgeva. Starvið er leyst at søkja til setan 1. Apríl 2026 ella skjótast gjørligt. Talan er um eitt fast starv fulla tíð, við møguleika fyri niðursetta tíð.
Barnaverndartænastan við Skálafjørðin er eitt samstarv millum Nes, Sjóvar og Runavíkar kommunu, og vit halda til í hølum á Mýravegi 26 í Runavík. Á deildini starvast sjey fólk, sosialráðgevar, skrivari, sálarfrøðingur og leiðari.
Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.
Arbeiðsuppgávur
- málsviðgerð, kanningar og samrøður við børn og vaksin
- fyrireika mál til viðgerð í Barnaverndarnevndini
- samskipa og samstarva tvørfakliga við aðrar myndugleikar
- vera við í vaktarskipan hjá Barnaverndartænastun
Vit ynskja okkum starvsfólk, sum
- hava góð samskiftis- og samstarvsevni
- vilja samstarva og duga at síggja loysnir
- tola at arbeiða undir trýsti
- hava yvirlit og kunna arbeiða sjálvstøðugt
Førleikakrøv
- Útbúgving sum sosialráðgevi
- Neyðugt er at hava koyrikort
Umsókn
Umsókn saman við prógvum og CV skal sendast umvegis starvslýsingina við at trýsta á leinkjuna her: https://alfred.fo/starv/sosialradgevi-til-barnaverndartaenastuna-vid-skalafjoerdin-2 í seinasta lagi 16. februar 2026.
Um ikki nóg nógvir umsøkjarar søkja starvið, tilskilar Barnaverndartænastan við Skálafjørðin sær rætt til at søkja av nýggjum.
Løn og setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti eftir sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.
Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Barnaverndartænastan skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Nærri upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Katrin Dam, leiðara fyri Barnaverndartænastuna, á tlf. 237098.
Nes, Sjóvar- og Runavíkar kommuna samstarva um Barnaverndartænastuna sambært lóg um barnavernd. Í kommununum búgva á leið 7.000 fólk