TÓRSHAVNAR KOMMUNA
Útgivið
10. oktober 2022
Útgongur
22. oktober 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Sansirnir vakja minnini og gera máltíðirnar til stjørnuløtir

Tað krevur fakliga vitan, hegni og umhugsni, at skapa máltíðir, har angi og smakkur stimbra sansirnir, minnini og ríkar um lívið. Tá eru máltíðirnar stjørnustundir í gerandisdegnum.

Køkurin á Boðanesheiminum søkir eftir einum dugnaligum og arbeiðssomum føðsluatstøðingi, kokki ella líknandi til setan 1. december 2022 ella eftir nærri avtalu.

Boðanesheimið lat upp í 2012. Heimið er innrættað í tveimum hæddum við trimum búeindum. Heimið hevur tvær røktareindir, við 24 plássum hvør, og eina demenseind við 16 plássum.

Tilsamans eru 64 búpláss.

Umframt hetta ger køkurin døgurða til Virkisstovuna gerandisdagar, har 10 heimabúgvandi borgarar koma dagliga.

Talan er um eitt starv á setanarbrøki 0,95 svarandi til 38 tímar um vikuna, ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er frá kl. 7 til 15 og arbeitt verður 3. hvørt vikuskifti.

Leinki til lýsing:
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=143653

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið