Tórshavnar kommuna
Útgivið
27. marts 2026
Útgongur
17. april 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Barna- og ungdómstannrøktin hjá Tórshavnar kommunu søkir eftir sertannlækna til fast starv 4 dagar um vikuna, svarandi til ein brøk á 0,8 at byrja 1. september 2026.

Ortodontiin er partur av kommunalu tannrøktini hjá Tórshavnar kommunu. Í Barna- og ungdómstannrøktini eru um 6.000 børn og ung í aldrinum 0-18 ár. Í Barnatannrøktini starvast 25 starvsfólk. Barnatannrøktin heldur til í Tórsgøtu, og hartil eru klinikkir á trimum skúlum. Tannrættingarstovan er í egnum hølum staðsett í skúlanum við Løgmannabreyt. Tannrættingarstovan er innrættað við trimum units, og teknikrúmi, umframt starvsfólkarúm, kontór og aðrar hentleikar. Panorama røntgen við cephalostat og enoral røntgen eru á klinikkini. Vit brúka TK2 journalskipan, Visiquick til røntgen, Onyx og Tiops til cephalometri.

Starvsfólkahópurin í ortodontiini er tveir tannrøktarar og 1,2 tannatstøðingar, sum eru sera dugnaligar og væl upplærdar innan ortodonti.

Hartil hava vit tætt samstarv við tannteknikara.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið