Lýsing
Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir sosialráðgeva.
Talan er um eitt fast starv í fulla tíð, við møguleika fyri niðursettari tíð, at byrja 1.september 2026.
Um Barnaverndartænastuna:
Barnaverndartænastan í VEKS fevnir um Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sundakommunur, og er staðsett á Oyrarbakka. Í Barnaverndartænastuni starvast tríggir sosialráðgevar, skrivari og leiðari.
Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.
Endamálið við Barnaverndartænastuni er at tryggja, at børn sum vaksa upp undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.
Barnaverndartænastan í VEKS heldur til á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka og nakað av koyring skal væntast í starvinum.