Almannaverkið
Lýsing
Bú- og viðgerðastovnurin Kvíggjartún er ein nýggjur stovnur fyri børn og ung við autismu upp til 18 ár. Afturat autismuni kunnu tey eisini hava menningartarn og aðrar avbjóðingar.
Um størvini
Talan er um tvey føst størv 40 tímar um vikuna at seta skjótast gjørligt. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti.
Eisini verður søkt eftir fólki, sum kunnu avloysa í sambandi við fráveru orsakað av sjúku, feriu o.ø.