Runavíkar Kommuna
Útgivið
15. juli 2026
Útgongur
17. august 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Runavíkar kommuna søkir eftir einum handverkara til timburdeildina á verkstaðnum á Lambareiði.

Arbeiðsuppgávurnar eru:

  • At røkja og viðlíkahalda bygningar/ognir hjá í Runavíkar kommunu
  • Bæði størri og smærri handverksligar uppgávur
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur
  • Handverkarin svarar til rakstrarleiðaran á verkstaðnum á Lambareiði, og kemur at starvast í einum toymi við tveimum øðrum handverkarum.

Vit vænta at tú:

  • Hevur handverkaraútbúgving
  • Hevur gott handalag og hevur gott eyga fyri røkt
  • Ert ágrýtin, nærlagdur, skipaður og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt
  • Dámar eitt arbeiði við fjølbroyttum uppgávum
  • Hevur góð samstarvsevni, ert tænastusinnaður og góður at heita á
  • Hevur koyrikort

Setanar- og lønartreytir
Talan er um fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Handverkarafelag / Landsfelag Handverkaranna og Kommunala Arbeiðsgevarafelag.

Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til:
Ragnar Rógvason, Rakstrarleiðara á tlf. 23 70 56

Umsókn
Tú søkir starvið umvegis alfred.fo. Umsókn, lívsrensl o.a. skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 17. august 2026. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

sí lýsing her

Líknandi størv

Móttøkulærlingur til Hilton   Faroe Islands nýtt
27. juli 2026
Náttarvørður til Hilton Garden inn   Faroe Islands nýtt
27. juli 2026
27. juli 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið