Runavíkar Kommuna
Útgivið
17. juli 2026
Útgongur
6. september 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Eitt spennandi og fakliga avbjóðandi starv, í einari av landsins skjótast vaksandi kommunum, er leyst at søkja.

Runavíkar kommuna hevur ment seg til at vera eitt veruligt tyngdarpunkt í meginøkinum. Við nýhugsandi atdráttarmegi, er hon vorðin vorðin er ein brennidepil fyri vinnuligum virksemi og mentan – og fólk flytur til.

Við beinleiðis tilvísing til borgarstjóran og kommunustjóran, hevur fíggjarleiðarin ábyrgdina av dagliga, fíggjarliga rakstrinum í kommununi.

Yvirskipaða uppgávan er, at tað altíð er ein greið og álítandi mynd tøk av fíggjarstøðuni hjá kommununi. Dagligu uppgávurnar spenna frá ítøkiligum, kommunalum avbjóðingum til langskygdar ætlanir.

Á fíggjardeildini í Runavíkar kommunu starvast í løtuni tvey fólk. Fíggjarleiðarin hevur fakligu og leiðsluligu ábyrgdina av deildini. Umframt at skipa dagliga arbeiðið, kemur tú sum leiðari at gera greiningar, hagtøl og tilfar til borgarstjóran og politikkarar, í neyvum samstarvi við kommunustjóran og viðkomandi leiðarar í kommununi.

Fyri rætta umsøkjaran, er talan um góðar møguleikar fyri persónligari menning, samstundis sum ein er við til at menna Runavíkar kommunu.

Nærri lýsing av starvinum, førleikakrøvum, setanartilgongd o.a. síggjast í leiðaraprofilinum

LØN OG SETAN
Miðað verður eftir, at starvið verður sett 1. november 2026 ella eftir nærri avtalu. Starvið verður lønt í 36. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera eitt tænastumannastarv. Harumframt verður 15% goldin í eftirlønargjaldi. Starvið kann eisini verða lønt sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.

UMSÓKN OG UPPLÝSINGAR
Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi sunnudagin 6. september 2026.

Søk starvið við at senda ein teldupost til sln@runavik.fo

Áhugaðir umsøkjarar, ið vilja hava fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Torbjørn Jacobsen, borgarstjóra, á tlf. 237015 ella Sæunn Lamhauge Nolsøe, kommunustjóra, á tlf. 237040.

Líknandi størv

Starvsfólk til Garðastovu   Faroe Islands nýtt
17. juli 2026
17. juli 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið