Føroya Eftirskúli
Útgivið
23. juni 2026
Útgongur
13. juli 2026
Staður
Sjógøta 2, 800 Tvøroyri, Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Partíðarstarv
T-post
info@eftirskulin.fo

Lýsing

Um starvið:

Nýtt og spennandi lærarastarv á Føroya Eftirskúla. Vit søkja eftir lærara sum kemur at arbeiða í tøttum samstarvið við leiðara skúlans og øðrum starvsfólkum. Lærarin kemur at verða við til at mynda skúlan, gerandisdag og innihald. Talan er um 1/2 starv við møguleikum at taka vaktir á Næmingaheiminum.

Vit vænta at tú:

Ert fyrikomandi og arbeiðssinnaður og klárar at taka ímóti nýggjum avbjóðingum. Vit vænta at tú dugir væl at samstarva og loysa uppgávur á skynsaman hátt. At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka sjálvstøðugar avgerðir.

Førleikakrøv:

At tú hevur læraraútbúgving. Góðan kunnleika til føroyskt mál og føroyska mentan er ein forkunnleiki.

Hvørji eru vit:

Vit eru Føroya Eftirskúli og eru eitt 10. flokks tilboð til føroyska ungdómin og norðurlendskan ungdóm við. Vit eru eitt tilboð til tey sum vilja royna nakað nýtt, øðrvísi og lívgandi.

Vit eru eftirskúli og fylgja eftirskúlaandanum við samanhaldi, persónligari menning og andaligari uppbygging. Vit vilja okkara føroyska ungdómi tað besta og menna tey til avbjóðingar lívsins, og við okkara breytum og náttúruútferðum menna vit eisini skil. Okkara ungdómur eru grundarsteinar hjá okkara komandi ættarliðum.

Løn og setanartreytir:

Starvið er eitt hálvtíðarstarv og verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Møguleiki er eisini at taka vaktir á Næmingaheimi.

Umsóknir:

Umsóknir við prógvum, CV og viðmælum kunnu latast til Føroya Eftirskúla, Sjógøta 2, 800 Tvøroyri, ella sendast sum PDF-fílur til info@eftirskulin.fo.

Ringjast kann eisini á 282281 til skúlaleiðaran Pól Arna Holm, um spurningar eru til starvið.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið