Framleiðslufólk til Havsbrún
Útgivið
6. august 2026
Útgongur
18. august 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Fulltíðarstarv

Lýsing

Leitar tú eftir nýggjum avbjóðingum og einum góðum arbeiðsplássi? So er hetta kanska eitt starv fyri teg. Í sambandi við at virksemið hjá Havsbrún veksur, tá nýggja fóðurverksmiðjan verður tikin í nýtslu, søkja vit eftir framleiðslufólki at byrja skjótast gjørligt. Sum framleiðslufólk kemur tú at arbeiða bæði á verandi fóðurdeild og á nýggju fóðurverksmiðjuni.

Arbeiðsøki
Á Havsbrún arbeiða vit í fleiri toymum. Tú verður partur av einum toymi, sum framleiðir fóður. Fóðurframleiðslan er í gongd alt samdøgrið, og arbeitt verður í skiftandi vaktum.

Arbeiðsuppgávurnar eru millum annað:

  • fóðurframleiðsla
  • viðlíkahald og reingerð av útgerð og framleiðsluøkjum
  • aðrar fyrifallandi uppgávur

Tín vangamynd

Vit vænta, at tú:

  • ert væl skipað/ur og tekur ábyrgd
  • dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi
  • hevur grundleggjandi telduførleikar
  • skilir føroyskt

Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur handverksligar førleikar, kunnleika til motorar ella royndir við smiðjuarbeiði.

Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt og støðugt starv í eini fyritøku í menning. Vit leggja dent á eitt gott arbeiðsumhvørvi og bjóða góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Meira at vita
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mouritz L. Mohr, framleiðsluleiðara, á tlf. 22 53 75 ella Rúna Weihe, deildarleiðara, á tlf. 21 44 99.

Umsókn
Vit ynskja at seta fólk í starv sum skjótast. Umsóknir verða tí viðgjørdar leypandi, so hvørt tær koma inn. Umsóknarfreistin er 17. august 2026. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin „Søk starvið“ niðanfyri.

Søk starvið

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið