Sankta Frans skúli
Lýsing
Sankta Frans skúli vil víðka um vikarhópin, og tí leita vit eftir sjúkravikarum.
Vit bjóða tær virðismiklar royndir í lærarayrkinum.
Vit hava serliga brúk fyri vikarum mánadag, týsdag og hósdag, men tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum óansæð.
Tú verður partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi og fært góða vegleiðing, so tú kennir teg væl til rættis í uppgávuni.
Hevur hetta tín áhuga, kanst tú venda tær til:
Leiv Frederiksen, varaskúlastjóra
24 32 04
✉️ leivur.frederiksen@skulin.fo